Myndir av fyrsta skúladegi hjá 1.a
Næmingar og foreldur møttu í fimleikarhøll skúlans, har Aslaug Olsen, skúlastjóri bjóðaði vælkomin. Síðani vórðu allir næmingarnir róptir upp við navni og ein felagsmynd varð tikin. Aftan á fór allur flokkurin við læraranum oman í sína floksstovu. Foreldrini fingu kaffi og eina smákøku úti í túninum, meðan næmingarnir vóru í flokkinum. Tað er sjálvandi Korona, ið er orsøkin til, at foreldrini øll sita við masku inni í fimleikarhøllini og ikki sluppu við inn í floksstovuna. Vónandi verða ríkiligir møgulleikar at bjóða foreldrunum inn í floksstovuna í framtíðini.