FIMI 27.01.2021
Her eru nakrar støðumyndir frá okkara FIMI túri í dag. Myndirnar eru nakað óklárar av tí at tað er fartur yvir feltinum ;)
Í dag eru vit øll í F.B. fyri fyrstu ferð saman uppi í FIMI. Vit gingu niðan í Gundadal í góðveðrinum. Túrurin gjøgnum Viðarlundina er altíð ein sansa uppliving og einki undantak var í dag. Vit hugdu og prátaðu um trøini. Nøkur eru grøn og vøkur og onnur eru ber og vøkur. Vit hava eitt træ, ið vit fylgja neyvt við hvussu tað fylgir við árstíðunum. Fyrstu ferð vit gingu niðan í FIMI, hevði træið stór og vøkur grøn bløð á og síðani gulnaðu bløðini og fullu til jarðar og tað hevur staðið bert í vetur. Í dag løgdu vit til merkis at tað eru komnir knubbar á greinarnar og vit eru nokk so spent til at síggja hvussu tað broytist fram móti vári. Tað er altíð so spennandi at vita um vit síggja nøkur síl í ánni og dunnurnar og allir teir ymisku og vøkru fuglarnir eru eisini ein fragd fyri okkum.
Eftir sum tað var fyrstu ferð vit øll vóru í FIMI saman, høvdu vit frítt spæl megin partin av tímanum. Vit hitaðu eitt sindur upp og spældu fyri rest. Vit ótu matpakka í matar salinum. Síðani gekk leiðin oman aftur í skúlan og vit fóru beinleiðis í frítíðarskúla.