Tekniverkstaður 04.-18.11.2020
Her eru nakrar støðumyndir av einum tekni- og máliverkstaði, vit høvdu í novembur. Vit høvdu góðan tónleik frá tá vit arbeiddu. Alt frá "Barnasangir" hjá "Hjørdis og genturnar" til "The Four Seasons" hjá Vivaldi.
Øll børnini teknaðu og málaðu eina mynd. Vit høvdu ikki nakað ávíst evnið at arbeiða útfrá. Bæði tekningar og myndir eru sera persónligar og einastandandi flottar og sigandi. Tit skulu gleða tykkum at síggja tær :) Og... nær tað verður, veit eingin enn at siga ;)