Ruddi-kapping 13.06.2022

Í fríkorterinum í morgun sóu vit heilt óvanliga nógv rusk og órudd í skúlagarðinum. So umhugsin og kvik, sum Anna er, gjørdi hon ikki matari enn at skipa fyri eini ruddi kapping millum gentirnar og dreingirnar. Hvør bólkur fekk ein posa í part og vektin bleiv tikin út í tún og kappingin skotin í gongd. Eitt, tvey, trý so var garðurin ruddaður og ein vinnari varð funnin. Tað vísti seg, at genturnar áttu munin. Sum tit síggja á myndunum, so var eitt sindur av ónøgd í dreingja bólkinum. Teir vildu vera við at tær høvdu tikið rusk úr ruskspannuni. Og aftaná mikið og hart keglaríð, vísti tað seg at teir høvdu havt sama “rusk-mið” sum tær ;)