18 des. 2025

Í dag hava vit hugnað okkum saman við bollum, saft og muffins. Vætturin Hjólbeinti hevði skipað fyri, at vit skuldu síggja ein lítlan jólafilm. Síðani fóru vit upp á kirkjuloftið at leggja honum okkurt gott at eta og vita, um vit fingu eyga á hann, men tað eydnaðist okkum tíverri ikki. Síðani spældu vit tvey spøl saman - grind og spik og eplir, og djóramemory, áðrenn vit fóru í frítíðarskúla. Ein deiligur dagur!