Hugnakvøld í 2. b hin 28. september 2026

Kvøldið byrjar við, at næmingarnir renna runt á øllum skúlanum, tí hesa løtuna “ eiga “ tey skúlan. Síðani varð farið í sangstovuna at spæla nøkur spøl t.d. fruktsalat, blindabukk og rørsluspæl. Eftir hasa løtuna var gott at fara í flokshølið og njóta góða pitsa og drekka nógva saft. Seinastu løtuna fóru vit í høllina og spældu við sjálvlýsandi pinnar, ið kundu formast til armband/ hálsband osv. Sera hugnaligt í myrku høllini at síggja ljósini “dansa” og til góðan tónleik eisini. Alt í alt eitt gott kvøld, har næm. hugnaðu sær almikið.