2. b gongutúr 18. aug. 2026 undir Glasheygg og út á Skansan
Gott at byrja skúlaárið við einum útidegi. Í morgun gekk leiðin beinleiðis niðan á spæliplássið undir Glasheyggi, har ein frálík klatrinet-ruta nýliga er sett upp. Har skuldu tey royna klatrirutuna úr einum enda í hin - avbjóðandi og stuttligt samstundis. Eisini spældu næm. á grøna økinum rundanum. Har var so gott at vera, at tey tímdu næstan ikki avstað aftur. Vit gingu tó oman á Skansan eisini, og har var ikki minni stuttligt at rulla sær í nýsligna bønum og spæla á kanónunum eina løtu. Enn ein sera góður túrur.