Vitja Hoyvíkar kirkju 26. mai 2026

Vit koyrdu við bussi niðan til kirkjuna, tað var vátligt í veðrinum um morgunin. Tey lærdu eitt sindur um, hvussu tingini eita í eini kirkju, um altartalvuna og meiri. Tað mest spennandi var at sleppa upp í tornið og síggja veldugu kirkjuklokkuna og eisini útsýnið har uppi frá. Tey lærdu eisini ymiskt um orglið, sóu afturum fasadurnar. og inn í sjálvt orglið, sum hevur meir enn 2000 pípur. Øll sluppu at spæla upp á orglið, sum vildu. So sungu tey sálmar saman við orglinum. Aftaná slupou tey í kirkjukjallaran at eta matpakka. Ein góður útidagur. :)