Rúmdin - evnisvika 22. - 24. mai 2026

Grunddeildin arbeiddi saman um evnið. Næmingarnir í 1. og 2. flokki vóru blandaðir og arbeiddi saman allar tríggjar dagar. Vit lærdu eina rúgvu um rúmdina, planetir, stjørnur, rúmdarfólk/ -ferjur. Vit sungu rúmdarsangir, hoyrdu rúmdarsøgu, høvdu spurnarkapping, runnu postarenning í viðarlundini um rúmdina og høvdu ymisk verkstøð, har vit gjørdu rakettir, astronautar og perlaðu planetir. Nakrir læruríkir dagar og fyrimyndarliga góð og arbeiðssom børn. :) ( nógv fleiri myndir eru at finna á heimasíðu skúlans)