19. mai 2026 Niðri á Hvítanesi

Vit koyrdu við bussi niðan á Hvítanes, gingu oman til bygdina og síðani oman á nesið har vanliga nógvur skeljasandur er. Tað var frískligt og nakað av vindi niðri við sjógvin. Hóast vindin so spældu tey og hugnaðu sær við at leita eftir gággum, smákyktum og øðrum spennandi, sum finst har niðri. Nógvar vakrar gággur og steinar komu í skúlan ella heim við tann dagin Á veg niðan til bussin steðgaðu vit eina løtu við lítla spæliplássið í bygdini, sum lá beint við gamla skúla. Lukkutíð var fótbóltsvøllur eisini aftan fyri skúlan, so øll høvdu eina góða spæliløtu har. Vit koyrdu oman aftur í býin við bussinum. Enn ein góður og frískligur útidagur lagdur afturum. :)