5. mai 2026 - Undir Svartafossi og Fríøkið við Hoydalsá.

Okkara fyrsti útidagur í 2026 byrjaði heldur kaldur og gráur við kavaæli. Vit gingu niðan undir Svartafoss, har lítil steðgur var. Síðani fóru vit eftir gøtunum oman til Fríøkið við Hoydalsá, har lítli matpakkin varð etin og so varð spælt á økinum góða løtu. Fram við vegnum sóu vit nógv lomb, gæs, dunnur og nøkur tjøldur eisini. Sólin kagaði fram av og á og hitaði okkum eitt sindur. Køld og glað komu vit oman aftur í skúlan til matarsteðg og spæliløtu. :)