Í gomlu Hoyvíkini 23. September 2025
Vit koyrdu við bussi niðan í Hoyvík. Gingu eftir gøtuni oman í gomlu Hoyvíkina, har børnini spældu við sjóvarmálan og í árabátunum, ið standa á lítlu bryggjuni. Lítli matpakkin varð etin har og so til gongu heim aftur í SFS. Enn ein frálíkur útidagur.