Bók
Vencil 16

Vencil 23 er snøggur. Permuna hevur Tummas Jákup Thomsen greitt úr hondum. Myndin er áttanda myndin í eini myndarøð, sum verður kallað … í øðrum heimi. 

Tey, sum eru við í hesum Venclinum eru: Lív Maria Róadóttir Jæger, Askur Skaalum, Sámal Soll, Rakel Helmsdal, Sólvá Árting, sum er debutantur, Malan Poulsen, Lawrence Ferlinghetti, sum Heðin M. Klein hevur týtt, Annika Skaalum, Joan Waag Høgnesen, Bárður Persson, Snæbjørn í Dali, Kristin Vestergaard, Sólrun Michelsen, Oddfríður Marni Rasmussen, Martin Næs hevur týtt Þórarinn Eldjárn, og Bergur Rasmussen hevur týtt eina stuttsøgu eftir Roald Dahl. Tekstasløgini eru yrkingar, stuttsøgur, skrønur og sálmar.  

Sum tit síggja, so eru flestu høvundarnir úr Føroyum, men tað ger nummarið ikki verri.