Bók

Skakandi tilburðir 18
Kom við á eina rundferð har sagt verður frá 13 spennandi og ótrúligum hendingum frá veruleikanum, har vit m.a. fylgja: Smádreingjum í Norðoyggjum, sum endaðu á havbotninum og mundu drukna Leirvíksfólki ávegis í kirkju, tá bussurin kolaðist upp stutt eftir, at hann var komin úr tunli. Havnardama, sum var við flogfari yvir frumskóginum í Suðuramerika, tá motorurin steðgaði. Áhugaverd frágreiðing um bónda úr Sandavági sum var áhaldsin og datt oman. Umframt fleiri aðrar spennandi hendingar.
Forlagið Føroya Met, 2024