Hvussu skal eg kappast við allar genturnar, sum Mattias fer at hitta?
Hvat nú um tað verður, sum Vígdis sigur, at næsta ferðamálið er Evropa?
Eg kann ikki fara við honum. Eg má sita heima og lesa um, at hann møtir TikTok-stjørnum og modellum og influensarum og Gud viti hvørjum. Tað fer bara at blíva verri og verri. Serliga tá Mattias ikki heldur, at tað er neyðugt at fortelja mær alt.
Sjeikurin hjá Karolinu er í ferð við at gerast størsta poppstjørnan í landinum, og hon roynir at fylgja við eftir besta førimuni. Men tað er ikki so lætt at vita, hvussu hon skal bera seg at við nýggja lívinum hjá Mattiasi. Serliga tá slatur hoyrist um hann allastaðni, og bæði fjepparar og fyriskiparin hjá honum helst høvdu vilja, at hann var stakur.
Ber framvegis til at hava álit á Mattiasi, ella hevur lívið sum superstjørna broytt hann?
Stjørnuslatur er triðja og síðsta bókin í stjørnusjeikarøðini.
Ungdómsbøkur, Ung