Bók
Høgni verður ein t-rex

Høgni við Tutlá hevur ein nýggjan trupulleika ... Ikki bara tað, at hann enn broytist til okkurt hissini dýr, men tað at fyritøkan hjá pápanum er í trupulleikum. Familjan verður kanska noydd at selja húsini og flyta inn til Britu fastur og hennara seytjan kettur (og eitt træbein).

Alt hetta trýstið ger, at tað er trupult hjá Høgna at hava tamarhald á, nær hann broytist til dýr - og enn verri at broytast aftur aftur. Megnar hann at temja megina eina ferð fyri allar, ella fer hann at enda sínar dagar sum ein dúgva ...?

Hetta næsta flenni-í-kíki ævintýri hjá Høgna er perfekt hjá David Walliams og Roald Dahl-fjepparum.