Bók
Mamma Mu verður kedd
- Ein frálíkur dagur, Mamma Mu! rópti Krákus.
- Hey Krákus! Eg helt, at tú fleyg heim aftur, segði Mamma Mu
- Eg vil jú hitta vinin hjá mær aftur! segði Krákus. Mamma Mu bleiv so glað.
- Lina, eg meini við Linu, segði Krákus og stardi langtandi móti bóndagarðinum.
- Ha? segði Mamma Mu.
- Hon gav mær pannukaku, segði Krákus.
- Og er hon so tín vinur? - Mín einasti vinur, segði Krákus og blundaði.
Mamma Mu og Krákus standa og hyggja út í tún, tá Lina kemur út við pannukakum. Krákus gerst ovurfegin, og eftir tað leggur Krákus bara í Linu. Tað er eins og Mamma Mu ikki er til. Krákus kallar Linu fyri "sín einasta vin." So verður Mamma Mu kedd.
Ein fjálg søga um vinalag og at gerast góð aftur.