Bók
7 søgur
7 søgur lýsa tilverur á mótinum millum veruleika og hugflog. Lýsa skiftið millum veruleika og annan heim. Lýsa raffineraðan fanansskap, sum verður avdúkaður av óvart. Evnini eru sjaldsom og forvitnislig. Øll eru stødd í støðum, tey vilja loysa seg úr. Fólk, sum vantrívast í parlagi, konufólk, ið jagstra vakurleikan við botox, lívstrá, ið ikki vil doyggja saman við følnandi kroppum, svartsjúka millum kynsliga lokkað børn, tann nøtrandi hevndin hjá forsmáddu konuni. Undir einstøku gerðini býr altíð okkurt, og kraftin er mangan í tí, ið ikki verður nevnt. Evnið er grundarlagið, og tá ið vanliga gongdin onkursvegna verður skeiklað, fær tað týdning og setur gongd á aðrar tankar og margháttligar sansingar.
Stuttsøgur