Bók
Mumiugátan
Ein gátuførur fremmandur kemur til Eldsala. Hetta er heitasta summarið, Herbert nakrantíð minnist, og vespurnar eru allastaðni. Samstundis eru fólk í Eldsala farin at leggjast sjúk. Tey fáa fepur og reyð eygu, og Herbert og vinkonan, Sally, hava varhugan av, at okkurt er galið. Okkurt ræðuligt er um at henda! Tey leita sær trygd í loyniliga goymistaðnum, í afturlatnu vindmylluni, har eingin livandi – ella deyður – fær fatur á teimum. Ella, er tað nú so?
Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókunum Loyndarmálið hjá varúlvinum og Sombifepur.