Bók
Sagnir
Føroyskar sagnir úr fronskum sjónarhorni
Franska listakvinnan, Ophélia Giralt, leggur nú seinastu hond á bók um føroyskar sagnir. Bókin kemur út á føroyskum og fronskum í vár í ár.
Tað serliga við bókini er, at franska myndakonan hevur gjørt hana saman við børnum í Tofta skúla. Føroysku børnini eru myndamodell í bókini, og tey hava eisini sniðgivið og seymað klæðini saman við Ophéliu og Onnu Mariu Olsen, flokslærara í Tofta skúla.
Føroyingar kunnu stuðla útgávuni við hópfígging (sí leinki). Við framkalling, uppseting, prenti og flutningi kostar verkætlanin 66.091 krónur.
Ophélia er fødd í Laon í Norðurfraklandi í 1995 og býr nú í Hoyvík.