Bók
EIN GARÐUR, EITT FORHANG OG EIN KROSSUR

Fyri sera langari tíð síðan, beint her á jørðini, var tað ein urtagarður.

Í urtagarðinum var alt undurfult. Heimurin var fullur av látri og spæli og smílum og stuttleika. Einki var nakrantíð keðiligt. Einki var nakrantíð syrgiligt.

Men so ein dagin ...
Les bergtakandi søguna um alla Bíbliuna, hví Jesus doyði og reis aftur,  og hvussu tú kanst vera partur av søguni!