Bók
Millum heimsins bestu-Føroyar og olympisku leikirnir
Ert tú ítróttarfólk, eru olympisku og paralympisku leikirnir tað hægsta, tú kanst røkka. Leikirnir eru nevnliga størsta ítróttarstevnan í heiminum. Á leikunum kappast bestu ítróttafólk í øllum heiminum. Visti tú: at olympisku leikirnir eru fjórða hvørt ár? at leikirnir eru avlýstir tríggjar ferðir av heimskríggi og útsettir eina ferð av koronu? at tað hava verið yvirgangsálop á olympisku leikunum? og at føroysk ítróttarfólk hava vunnið nógv heiðursmerki á paralympisku leikunum? Millum heimsins bestu-Føroyar og olympsiku leikirnir er um olympisku leikirnar og um røsku ítróttarfólkini úr Føroyum, sum hava roynt seg í OL- summarleikunum og PL, paralympisku leikunum.
Lilla krabbabók-4.torleikastig - fakta