Bók
Gravgongustjørnan - Stórveldisins arvingar III

Alice og Elias og vinirnir á rúmdarskipinum Kvirruni eru dottin niður á Umbezra, sum er gravgongustjørnan hjá tí gamla stórveldinum. Har reika bara tey deyðu. Sigst. Men so fáa tey eitt neyðsignal frá mammuni. Hon tykist eisini at vera á Umbezra. Tey royna at finna hana, og tá  fíggindar elta tey, verða tey noydd niður í tær elligomlu katakomburnar, har óhugnaligar verur og ræðuligar uppdagingar bíða eftir teimum …

Gravgongustjørnan er triði partur í sciencefiction-røðini Stórveldisins arvingar. Ein rúmdarsøga, sum inniheldur bæði litrík undurverk og myrkar gátur, ferðmikil ævintýr og óhugnalig møti við tað ókenda.