Bók

Ommusa Omma
Familjan fyllir nógv í barnaverðini. Ommusa Omma er um eina fitta og skilagóða gentu, sum fyllir tíggju sama dag sum olduromman verður 100 ár. Bókin er ætlað børnum í miðskúlanum, men er eisini ein søga, ið byggir brýr í millum ættarlið. Saman royna vit at skilja søguna. Hvat hendi í seinastu øld. Hvat er ein olduromma, og hvat er ein pumpuringur. Gera pengar okkum glað, og hvat gjørdu og spældu børn í Føroyum, áðrenn øll fingu teldur og telefonir.