Bók
Mira 4 #ferðast #París #longsul

Hvussu veitst tú, at tú verður glað aftur, um tú missir okkurt, sum tú altíð hevur havt? Tá tú ert kedd, er tað gott at hava vinir og familju rundan um teg. Tað hevur Mira tíbetur. Men hóast tú hevur onkran at tosa við, kann tað vera deiligt at skriva dagbók, so tú ert vís í ikki at gloyma tað, sum ikki er har longur. Mira fer til París fyrstu ferð, men tað er helt sikkurt ikki síðstu ferð. At ferðast er nevnliga akkurát Mira.

Lilla krabbabók/krossfiskur-4.torleikastig