
Góðkrút varpar ljós á týdningin at virða náttúr-una og fagnar øllum vøkstri, eisini ókrútinum. Bókin eggjar til upplivingar í náttúruni og køkinum fyri alla familjuna og gevur vitan um plantur, hvussu vit handfara tær, og hvussu tær kunnu nýtast til matna.
Tær villu planturnar í bókini eru arvi, -hømilia, jóan-søku-gøtu-brá, nota, smæra, summardái, sýra og várhagasólja. Urtagarðsplanturnar eru bótarurt, hyllirunnur, hjálpirót, rugosu-rósa, hvonn, mynta, piparrót, rabarbur og søtur urtakervil.
Far við bókini á ferð í góðkrútsríkið. Lær um plant-urnar, fá vitan um, hvussu tær eru gagn-nýtt-ar í Føroyum og úti í stóru verð, og royn tær mongu uppskriftirnar.
Marita Gulklett hevur tikið plantumyndirnar og Igor Zaitsev úr Ukraina myndirnar av rættunum.