Bók
Vinur mín, sjórænarin

Tá ið André missir bæði foreldrini í einari bilvanlukku, endar hjá abbabeiggja sínum. Hann hevur klaffa fyri eygað, alt ov nógv romm innanborða og lurtar bara, um tú kallan hann sjórænarin.

Hvør tað er, sum í roynd og veru er tann ábyrgdarfulli av teimum báðum, er ógreitt.

Ein dagin verður sjórænarin sjúkur, og alt sær svart út.

Í Trinidad býr bátsmaðurin, sum er besti vinurin hjá sjórænaranum, og tað sigst, at hann hevur lekjandi evnir. André og sjórænarin fara á sína lívs sjóferð, har teir mugu vinna bæði á risaaldum og meldurstreymi, um teir skulu røkka málinum: at fáa sjórænaran frískan.

Vinur mín sjórænarin er ein heilt serlig røvarasøga við fantastiskum persónum og einari rúgvu av skemti - perfekt til gummi-tarzan-fjepparar.