Bók
Heimsins vánaligasta fótbóltslið og onnur ótrúlig mistøk

Tað ringasta vit vita, er tá ið okkurt miseydnast, men at hoyra um onnur, sum miseydnast, kann verða stuttligt. Tí tað eru jú tey, sum kunnu siga tær bestu søgurnar.Men summi av teimum, sum hava miseydnast ella tapt okkurt, eru eitt slag av vinnarum. Les um fótbóltsliðið, sum var so vánaligt, at tað kom í metbókina hjá Guinnes, um mannin, sum skar fótin av, tí hann tímdi ikki at arbeiða, og um superhetjuna, sum var ov bangin fyri at fanga brotsmenn. Og nógvar aðrar søgur.

Bókin er ein lilla krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.