So er hon komin! Nýggja skaldsøgan hjá Rakel Helmsdal, sum gongur fyri seg í eini framtíð ikki so langt frá hesari, í 2036 í Føroyum.
Úr sjónarhorninum hjá fýra kvinnum millum 22 og 89 ár hoyra vit um eitt samfelag, sum er farið av lagið vegna herjandi farsóttir og valdsmisnýtslu.
Ber til at finna orsøkina til tað óhugnaligu dreymsóttina, sum hevur rakt onkran í næstan hvørjari familju í landinum?
Ber til at berjast móti stjórnini, sum heldur allar borgarar í sera stuttum tráði? Alt kann verða ein ólóglig og strafbar gerð, tað er næstan ikki til at vita frammanundan og “Einglarnir” – nýggju yvirlitsdronurnar – síggja teg allastaðni.
Í eystri er nú ein heilt, heilt veik rond av ljósi.
“Kom, vit mugu ganga skjótari,” sigur Agnas knappliga. “Koma vit ikki yvir um Lambafelli, áðrenn tað av álvara lýsir, kunnu vakmyndatólini saktans varnast okkum.”
Vit seta ferðina upp. Tað ber ikki longur til at njóta løtuna, bara ganga so skjótt vit orka. Lættari og lættari er nú at síggja, hvar vit traðka.
Ov lætt.
Tað er til at gráta um, at sólin er fíggindi okkara.
Skaldsøgan kom út 24. august á tiltakinum Orð & Tónar á Reinsarínum. Sprotin gav bókina út.
Permumyndina hava Gwenaël Akira Helmsdal Carré, Rakel Helmsdal, Vár Bech Árting og Mariann Ivansdóttir Klein gjørt.