Tey hava bíðað við tí besta til síðst. Eingin ivi. Hinir luttakararnir úr Noregi eru longu presenteraðir, men nú kemur „Dreymadrongurin hjá øllum Noregi” sendandi inn frá síðuni, og eg fái púrasta andaneyð av tankanum um, hvussu øll hini hundrað túsundatals fólkini, sum sita og hyggja at honum beint nú, halda, at hann sær út. Tí hann sær ótrúliga gott út. Hann er sólbrúnur og hevur langan frunt, júst sum á plakatunum, og er í eini kritahvítari blusu og kovboyjakka. Filmstólið sumar inn á hann, líkasum í slow motion inn á andlitið, til tað at enda fyllir allan skíggjan, og hann hyggur beint inn í filmstólið við einum stórum smíli. Mítt hjarta steðgar.
Eftir einum degi verður Mattias, summarsjeikurin hjá Karolinu, super kendur í øllum Norðurlondum. Hann blívur til ein, sum øll hava eina meining um og er ógjørligur at fáa fatur í. Tá nakrar privatar myndir leka út, má Karolina venja seg við ein heilt nýggjan gerandisdag við nærgangandi fjepparum, fjølmiðlum, fyriskiparum, sjónvarpssendingum og uppmerksemi, sum hon ikki hevur biðið um.
Ber tað yvirhøvur til at vera daman hjá einari superstjørnu?
Stjørnusjeikur er onnur bókin í stjørnusjeikarøðini.