Bók
Stjørnucrush

Karolina við K er ein púra vanlig genta úr einum púra vanligum staði, sum verður forelskað í einum púra vanligum dreingi á „tvingsilskampingtúri” við ommuni.

Alt er faktiskt perfekt, men tað er okkurt, sum Mattias fjalir, okkurt, sum hann ikki vil fortelja. Kann tað vera, at hann ikki er heilt vanligur?

Tað verður til forelskilsi, fyrsta mussin og nógvar fløkjur.

Hetta er summarið, tá ið alt hendir …

Eg vendi mær kvikliga við. Tað var hann. Mattias. Sum nú stóð nógv nærri enn seinast, eg sá hann. Mattias. Hárið á honum sá uppaftur ljósari út nær við, og hann smíltist um alt andlitið. Eg svølgdi. Og merkti, hvussu búkurin knappliga gjørdi um seg, sum var ein kráka føst har inni. Eg svølgdi aftur, óttaðist fyri, at eg var um at spýggja á skógvarnar hjá tí vakrasta dreinginum, eg nakrantíð hevði sæð. Sum tað hevði sæð út.


Stjørnucrush er fyrsta bókin í stjørnusjeikatríverkinum 

Stjørnucrush
Stjørnusjeikur
Stjørnugossip