Bók
Augusturin - heimsins størsta ránsdjór
Augusturin er størsta partin av lívinum langt, langt niðri í tí myrka havinum. Tí vita vit ikki so nógv um tann loyndarfulla hvalin, men tað, sum vit veruliga vita, er ørandi! Visti tú til dømis, at augusturin er tað størsta ránsdjórið, sum nakrantíð hevur verið til? Hann hevur heimsins størstu tenn og heimsins størsta heila. Hjartað vigar fleiri hundrað kilo. Augusturin er førur fyri at halda ondini og vera undir í meira enn ein tíma, so hann kann kava so djúpt sum møguligt fyri at fanga tað besta, honum dámar, høgguslokk.
ANDA DJÚPT INN OG KAVA NIÐUR Í LOYNILIGA HEIMIN HJÁ AUGUSTINUM!