Bók
Heimurin hjá Suffíu - bind 1

Ein dagin fær Suffía eitt bræv við hesum løgnu spurningunum.

Tá byrjar eitt sjáldsamt samband ímillum okkara ungu, forvitnu hetju og tann loyndarfulla heimspekingin. Spurningarnir hópa seg upp, og Suffía verður blakað út í eitt ævintýr, har hon ferðast ígjøgnum heimspekiligu søguna hjá vesturheiminum. Hon lærir eina rúgvu um teir størstu heimspekingarnar, men mest av øllum lærir hon um seg sjálva.

ZABUS og NICOBY hava skapt eina undirhaldandi grafiska skaldsøgu, sum er grundað á heimspekiligu metsølubókina HEIMURIN HJÁ SUFFÍU eftir JOSTEIN GAARDER. Við hesum ótrúliga verkinum hava nýggj ættarlið møguleika fyri at spyrja lívsins størstu spurningar saman við Suffíu.