Í hundraðtali, túsundatali liggja perlurnar tætt saman. Perlumóðirin glógvar í glæmuni frá lyktunum, og nú bilar tað einki, um vognurin skinklar, so tenninar glinta. Higar er tað, perlurnar hjá mær verða førdar, tað er her, tær eru, allar tær perlurnar, sum eg havi hentað hesi árini. Kanska hevði eg enntá kent onkrar av teimum aftur, um eg hevði fingið høvi at hugt gjøllari at teimum.
Stríðið um eygnasteinin hevur ført Mirandu og Syrsu á Vesturlandið, um gróðrarmiklar, várligar akrar líka til drotningarbýin við teimum perluløgdu gøtunum. Har síggja tær fiskabúr, sum ikki hava sín líka, tær hitta eina, sum ger træskurðir og møta gomlum kenningum aftur, millum annað henni, sum tær óttast mest av øllum ̶ Iberis. Hvør er hon, og hvat ger hon í drotningarbýnum?
Fyrsta bókin í røðini, Perlufiskarin, hevur fingið Rubeverg Junior heiðurslønina og varð tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Í hesi síðstu bókini fær røðin ein sterkan og vakran enda, og Karin Erlandsson styrkir sín leiklut sum eitt av okkara stóru frásøgufólkum.
Les eisini tær fyrru bøkurnar í røðini:
Perlufiskarin, Fuglatemjarin og Fjallaklintrarin.
9-12 ár