Bók

Skjaldbøkukanónin - Kanningarbólkurin 2
Ella og Felix eru farin í oyðimørkina at kanna, hví tað regnar við skjaldbøkum. Skjótt finna tey út av, at tað eru teir óndu piratfiskasjórænararnir, sum standa fyri álopinum.
Fara tey at klára at vinna á piratfiskasjórænaraherovastanum og steðga skjaldbøkuregninum?
Á vegnum møta tey óhugnaligum sjórænarum, løgnum robottum og ótrúligum uppfinningum.
Bobbie Peers er ein av best umtóktu rithøvundunum í Noregi. Hendan stuttliga og spennandi røðin er til ungar lesarar. Sandra Steffensen hevur myndprýtt.