Bók

ÚT Í MYRKRIÐ
Onnur bókin í røðini um Øssur og Mariu
Alt surrar í floksstovuni - øll gleða seg til at ganga grýla. Men ikki Maria, hon vil heldur vitja mammu, sum er á sjúkrahúsi. Øssur er argur, tí hann má hava lítlabeiggjan við, tá hann skal út at ganga grýla. Uttanfyri bíða stórir dreingir í gekkaskortum. Og í myrkrinum er ilt at síggja, hvør er vinur, og hvør er fíggindi.