Bók
Gentan í kistuni

Í einum stórum og gomlum húsum stendur ein kista. Men eingin veit, hvat er í kistuni. Fyri meiri enn hundrað árum síðan búði ein glað familja í húsunum, men nú vil eingin búgva har. Øll rúmini standa tóm, uttan á loftinum, har kistan stendur. Men ein dagin verður kistan latin upp.

Bókin er ein reyður krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.