Bók
Spøkilsisvinur 3 - Fullmáni
Magnus og Saga eru aftur!
Vinirnir stríðast fyri at loysa gátuna um dukidreygarnar, sum herja í Valladali. So møta tey Lykli - einum óvanligum dreingi, sum gevur teimum eina týdningarmikla ábending. Magnus sær, at dreymar skjótt verða til marrur, tá ið dukidreygar eru nærhendis.
Fullmáni er triðja bókin í røðini Spøkilsisvinur og snýr seg um gandakendar verur, gamlar loynidómar og nýggj vinaløg. Júst til tín, sum dámar spenning og ævintýr.
Bókin er lilla krabbi (fjórða torleikastig) og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.