Bók
Skil rasismu

Hvønn dag eru fólk útsett fyri rasismu. Tey verða happað fyri sína trúgv, fáa óreinar viðmerkingar á sosialum miðlum um sín húðarlit ella verða viðfarin, sum vóru tey minni verd. Hóast tað, so eru tað fá, sum siga seg vera rasistar. Hví er tað soleiðis?

Rasisma merkir ymiskt fyri ymisk fólk, og hon sær ikki eins út allastaðni í heiminum.

Her fært tú meira at vita um, hvar rasisma stavar frá, hvat hon í grundini snýr seg um, og hvat tú kanst gera fyri at steðga henni.

Bókin er bláur krossfiskur (fimta torleikastig) og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.