Bók
Gívraskúlin 1 - Svarta grýtan
Asta skal byrja í triðja flokki í Gívraskúlanum. Longu fyrsta skúladag fær hon trupulleikar. Tey kunnu bara brúka gand í tímanum, men Asta verður noydd at ganda, tá ein genta dettur í eina stóra, svarta grýtu. Tá ein annar næmingur hvørvur, seta báðar genturnar sær fyri at uppklára, hvat er hent. Sjálvt um sonur skúlastjóran er ein av teimum.
GÍVRASKÚLIN er ein røð um vinalag, gand og myrk loyndarmál. Bøkurnar kunnu verða lisnar sum sjálvstøðugar bøkur.
Bókin er lilla krabbi (fjórða torleikastig) og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.