Bók
Anda-átari 2 - Ritualið hjá teimum deyðu

Milo hevur av óvart dripið veruna, ið verjir býin, Mjørkalund. Sálirnar hjá teimum deyðu hava ikki longur nakað heim. Eitt ritual kann skapa ein nýggjan verja, men tað er ringt at fáa skil á teimum deyðu.

Í Anda-átara fer Milo kongur í Birkilandi á ævintýr.

Bókin er lilla krabbi (fjórða torleikastig) og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.