Bók
Venja 2 - Loyndarmálið
Venja býr avbyrgd á einum stórum slotti. Hennara einasti vinur, barnagentan Inga, er horvin. Venja hevur sett sær fyri at finna hana. Og lítli íkornin, Píl, hjálpir henni. Meðan hon leitar, kemur hon á ókendar leiðir, og hon fær varhugan av, at okkurt er fjalt fyri sær …
Røðin um Venju er eitt lættlisið ævintýr. Tað er gandakent og spennandi við døprum loyndarmálum.
Venja 2. partur – Loyndarmálið er onnur av seks bókum.
Bókin er bláur krossfiskur (fimta torleikastig) og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.