Bók
Elias - ein hondbóltsstjørna

ELIAS ELLEFSEN Á SKIPAGØTU er ein tann mest spennandi ungi hondbóltsspælarin í øllum heiminum. So skjótt vinmenninir og hann vóru lidnir í skúlanum, fóru teir í Hoyvíkshøllina at spæla. Teir brúktu nógvar tímar í høllini. Hetta er ein orsøk til, at Elias er so góður hondbóltsspælari. Tá ið Elias var smádrongur, droymdi hann seg út í heim at spæla hondbólt. Hansara stóri barndómsdreymur var einaferð at sleppa at spæla í hvítu troyggjuni hjá THW Kiel, og nú sleppur hann at spæla við týska stórfelagnum. Bókin er ein lilla faktakrabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.