
Rættiliga góð, ræðuliga stuttlig og svakliga flovislig!
Bøkurnar um Wimpy Kid eru seldar í yvir 200 mió. eintøkum. Tær eru eisini gjørdar til film. Nú er fyrsta bókin komin á føroyskum.
At vera barn kann vera ordiliga rotið. Hetta veit eingin betur enn Greg Heffley, sum gongur í miðdeild, har klantraslig neyðardýr skulu ganga í flokki saman við børnum, sum eru nógv hægri og longu raka sær.
Í Dagbókini hjá einum vussi hevur rithøvundur og myndprýðari, Jeff Kinney, gjørt eina ósannlíka hetju. Sum Greg sigur í dagbókini:
Tú mást bara ikki vænta, at eg fari at vera ordiliga soleiðis „góða dagbók” hetta og „góða dagbók” hatta.
Tíbetur fyri okkum er tað stórur munur á tí, sum Greg Heffley sigur, at hann fer at gera, og tí, sum hann ger.
Jeff Kinney hevur skrivað og teknað Wimpy Kid - dagbókina hjá einum vussi. Jóhanna Heðinsdóttir Wolles týddi úr enskum, og Bókadeildin gevur út.