Tryggingarviðurskifti hjá skúlanæmingum

Viðurskiftini viðvíkjandi trygging av næmingum vóru kannað fyri nøkrum árum síðani, og komið varð til ta niðurstøðu, at kommunur hava ikki heimild at vanlukkutryggja næmingar.

Ein kommuna kann bert svara fyri skaðar, kommunan sjálv hevur ábyrgd av, og hevur tískil eisini bert heimild til at tekna trygging fyri slíkar skaðar, og sum er, varða kommunurnar bert av tí partinum av skúlaøkinum, sum er bygningur og rakstur av hesum.

Tí kann kommunan hvørki tekna vanlukkutrygging móti fylgjunum av hendiligum óhappum, ið næmingar verða fyri, ella tekna ábyrgdartrygging fyri skaðar, næmingar gera á fólk ella lutir.

Sostatt hava tygum, sum foreldur ábyrgdina av, at barn/børn tygara verða fevnd av tílíkari trygging, um tygum ynskja tað.

Í skúlum hevur kommunan tó ábyrgdina av bygningum og fysisku kørmunum um skúlan.

Fær næmingur skaða, tí at viðurskifti, ið kommunan hevur ábyrgdina av, ikki eru í lagi, kemur kommunan sjálvandi undir endurgjaldsábyrgd og rindar endurgjald.

Kunningarskriv frá Tórshavnar kommunu 23. august 2017