Boð 4.b
Útferð til Varmakeldugarðin í Norðagøtu.
Týsdagin 23.sept. fara 4. flokkarnir útferð til Norðagøtu. Næmingarnir møta kl. 08.15 á parkeringsplássinum á Hálsi við Berg Motors. Næmingarnir skulu hava lítlan ryggsekk við, góðan matpakka + drykkidunk. Næmingurin kann gott hava okkurt søtt við til túrin. Næmingurin skal verða hóskandi ílætin - vitja ein bóndagarð við neytum. Busssurin er aftur á Farstøðini kl. 13.15.
Kostnaðurin fyri bussin er 100 kr. Tað hevði verið gott um pengarnir komu áðrenn, seinasta lagi mánadagin.
Vh
Læraratoymini í 4.a og 4.b

Vinarbólkar í 4.b
Spælibólkar september-januar. Ætlanin við spælibólkunum er, at næmingarnir bjóða sínum spælibólki heim at spæla. Spælibólkar skulu helst haldast í tillutaða mánað. Um tað ikki liggur fyri at hava spælibólk tillutað mánað, mugu tit býta um innanhýsis í bólkinum.
Spælibólkarnir eru til frama fyri trivnaðinum hjá næmingunum, so at næmingarnir koma í samband við øll í flokkinum, og ikki bert tey somu. Foreldur/avvarandi mugu hjálpa næmingunum í gongd við at spæla onkur spøl, t.d. borðspøl, útispøl v.m., um næmingarnir ikki sjálvir finna út av tí.
Ynskiligt er, at teldur, smartfonir ella skermur annars ikki verður brúktur í spælibólkum. Spælibólkar skulu ikki vera “lítlir” føðingardagar, tí skulu foreldur ikki gera nógv hóvasták. Bjóðið børnunum ein millummála og okkurt at drekka afturvið. Spælibólkar kunnu vara uml. 2 tímar. Minnist til at boðað frá, nær tit bjóða inn til spælibólk, so næmingarnir og foreldrini vita av tí.
Ynskiligt er, at vertirnir bjóða foreldrunum inn til ein drekkamunn, tá tey heinta børnini.
Vinaliga Toymið í 4.b

Kunning frá presti um smákonfirmantar
Mjólkaskipan
11.08.2025
Næmingarnir kunna tekna seg til at fáa mjólk teir dagar, tey eta matpakkan í skúlanum (tvs. 4 ferðir um vikuna, mánadag, týsdag, mikudag og hósdag). Tit melda til á heimasíðuni á leinkjuni her og seinasta freist at tilmelda seg er fríggjadagin 10. oktober.
Foreldra og næmingarviðtalur mars 2025
10.03.2025
Foreldra og næmingaviðtalur vera 18., 20, og 25. mars. Sí yvirlit her.
Leggið til merkis, at næmingarnir skulu við til viðtaluna hesa ferð.
Næmingarnir fáa eitt samrøðublað heim við týsdagin 11/3. Næmingurin skal svara samrøðublaðnum saman við einum vaksnum. Samrøðublaðið er ein partur av grundarlagnum til foreldraviðtaluna, tí hevur tað týdning, at tit seta tíð av at svara samrøðublaðnum saman við tykkara barni.
Samrøðublaðið skal latast inn til flokslæraran skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin áðrenn viðtaluna.
Vinarliga
Toymið í 3.b
Loppusøla 6. desembur
01.12.2024
Fríggjadagin 6. desember verður árliga loppusølan í SFS. Innkomni peningurin fer til eitt vælgerandi endamál í Føroyum. Børnini taka ymiskt við heimanífrá at selja: onkrar lutir, gamlar leikur, kanska okkurt heimabakað, o.a..
Allir flokkar hava básar inni í heimastovuni, har vøran verður sett upp og prísað. Næmingarnir ganga síðani runt og hyggja og keypa frá hvør øðrum.
Næmingarnir skulu hava myntir við at keypa fyri (2,5,10 og 20 kr), tit avgera sjálvið, hvussu nógv hvør einstakur næmingarnir hevur við av peningi.
Foreldravitalður okt/nov 2024
23.10.2014
Vit fara at hava foreldraviðtalur í oktobur og novembur. Her síggjast tíðirnar.

Vitjan av Musikkskúlanum
22.10.2024
Í dag høvdu vit vitjan av tveimum lærarum í Musikkskúlanum. Tey spældu valdhorn og klarinet fyri okkum. Summir næmingar vildu melda seg til hesi ljóðførini og fingu tí eitt tilmeldingarskjal við heim í dag.
Felagsforeldrafundur 7. mai kl. 19-20.30
Felagsforeldrafundur verður í fimleikahøll skúlans týskvøldið 7. mai 2024 kl. 19.00-20.30
Á skránni verður ársfrágreiðingin frá skúlastýrinum og fyrilestur við Rúnu í Skála, fólkaskúlalærari og námslektari á Námsvísindadeildini á Setrinum.
Fyrilesturin er um: SAMSTARV ÍMILLUM SKÚLA OG HEIM.
Leikluturin hjá foreldrum í samband við skúlan er nógv broyttur seinnu árini og tað hevur stóran týdning fyri bæði trivnað, menning og læring hjá barninum, at skúli og heim megna at samstarva.
Møtið fjølment
Skúlastýrið

Sankta Frans 90 ár
Fríggjadagin 8. desembur eru 90 ár farin, síðani Fransiskanarasystrarnar í Føroyum byrjaðu Sankta Frans skúla í Varðagøtu í Havn.
Skúlin bjóðar øllum at vera vælkomin inn á gólvið í Sankta Frans skúla at halda henda merkisdag fríggjadagin 8. desembur kl. 9.00 - 13.00.
Skráin:
Í fimleikarhøllini:
- kl 09:00 Aslaug Olsen, skúlastjóri bjóðar vælkomin
- kl 09:08 Yngra barnakórið framførir
- kl 09:20 Djóni N. Joensen, landsstýrismaður fær orðið
- kl 09:30 Heðin Mortensen, borgarstjóri ber fram heilsan
- kl 09:40 Eldra barnakórið framførir
- kl 09:50 Næmingaráðs tala
- kl 10:00 Lærarakórið framførir og felagssangur
- kl 10:10 Kaffisteðgur
- kl 11:00 Leikur hjá 5. flokkunum í fimleikarahøllini
- kl 12:00 Leikur hjá 5. flokkunum í fimleikarahøllini
Framsýning verður í gomlu kirkjuni, opin frá kl.9.00. Øll eru vælkomin at ganga runt á skúlanum og í nýggja forskúlanum.
Øll eru vælkomin
Loppusøla 1. desembur
Fríggjadagin 1. desember verður árliga loppusølan í SFS. Innkomni peningurin fer til eitt vælgerandi endamál í Føroyum. Børnini taka ymiskt við heimanífrá at selja: onkrar lutir, gamlar leikur, kanska okkurt heimabakað, o.a..
Allir flokkar hava básar inni í heimastovuni, har vøran verður sett upp og prísað. Næmingarnir ganga síðani runt og hyggja og keypa frá hvør øðrum.
Næmingarnir skulu hava myntir við at keypa fyri (2,5,10 og 20 kr), tit avgera sjálvið, hvussu nógv hvør einstakur næmingarnir hevur við av peningi.