31. aug. 2023
Fyrstufrensar á skeiði

Eitt fyrstuhjálparskeið kann vísa seg at vera tað mest umráðandi skeiðið, tú nakrantíð hevur tikið. Í eini neyðstøðu kann tað merkja munin millum lív og deyða.
Tí heldur Reyði Krossur, at øll eiga at duga fyrstuhjálp.
Tað, forrestin, heldur Sankta Frans skúla eisini.
Og fyri líkasum at undirstrika hjartablaktrandi áskoðanina, valdi leiðslan at seta fram eina samkennandi bøn til samlaða starvsliðið um at fara á skeiðið. So vit gjørdu – øll somul, ið er gott og væl tríati starvsfólk, teknaðu seg.
Liðið hevur býtt seg í tríggjar bólkar. Vit byrjaðu í dag, og enda vit í næstu viku.
Skeiðið verður hildið í hølinumhjá Reyða Krossi, og er eitt hálvt samdøgur til longdar, og er tí talan um víðkað skeið í fyrstuhjálp.
Skuldi tað óluksáliga tí hent, at eitt havnarbarn fær skaða í skúlatíð, íðan, tá ert tú í
alrabestu hondum

06. jun. 2026
Rørsludagur í grunddeild
04. jun. 2026
SFs - fótbóltsdagu­rin 2026
02. jun. 2026
Fótbóltsdagu­rin 2026
23. mai. 2026
Evnisdagar 2026
22. mai. 2026
Lýsing eftir lærarum til komandi skúlaár
19. mai. 2026
Vakstrar­húsið Hvammurin
16. mai. 2026
9. flokkur (arg17) - seinasti skúladagur.
Sí eldri tíðindi