22. mai. 2026
Lýsing eftir lærarum til komandi skúlaár

Ert tú fakliga sterki lærarin við teimum góðu hugskotunum, og megnar tú at skapa gleði og økja sjálsvirðið í næmingum okkara? So er tað tær vit leita eftir.

 

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026

  • 3 føst lærarastørv
  • 3 tíðaravmarkað størv vegna farloyvi
  • 1 parttíðarstarv 0.8 vegna barnsburðarfarloyvi frá 1. august 2026 til 1.februar 2027
  • 2 parttíðarstørv - setanarbrot uml. 0,8 vegna lækkað tímatal og avlopstímar

Endaligt tímatal fyri størvini verður endaliga ásett 1. sept. 2026.

 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans 
  • leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
  • duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
  • hava góðan KT førleika
     

Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær hesar uppgávur:

  • flokslæraraarbeiði
  • undirvísa í føroyskum og støddfrøði í grunddeild
  • undirvísa í náttúruvísindaligu lærugreinunum í hádeild
  • undirvísa í donskum og støddfrøði í miðdeild
  • undirvísa í alis- og evnafrøði
  • undirvísa í týskum
  • undirvísa í ítrótti/svimjing
  • undirvísa í smíð
  • undirvísa á serøkinum

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.

Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini vera lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 05.06.2026

Umsóknir verða sendar til:  aslaug.olsen@skulin.fo

 

­­­­­­­­­­­­Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536

Magnar Vang, varaskúlastjóra á  tlf. 282513

Leivur Frederiksen, varaskúlastjóra á tlf. 243204

 

Í Sankta Frans skúla eru 467 næmingar úr forskúla til 9. flokk. Í skúlanum starvast 45 lærarar og 2 námsfrøðingar. Skúlin hevur ein starvsfólkahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan.

10. jun. 2026
Gloymd klæðir
10. jun. 2026
Prógvhandan 17. juni
06. jun. 2026
Rørsludagur í grunddeild
04. jun. 2026
SFs - fótbóltsdagu­rin 2026
02. jun. 2026
Fótbóltsdagu­rin 2026
23. mai. 2026
Evnisdagar 2026
Sí eldri tíðindi