09. apr. 2026
Landsroynd í 4. og 6. flokki
Landsroyndin í 4. og 6. flokki verður hildin frá týsdegnum 14. apríl til fríggjadagin 17. apríl.
- Næmingarnir hava oyramikrofon við sjálvi. Tey, sum onga eiga, kunnu lána frá skúlanum.
- Næmingar kunnu hava okkurt etandi og drekkandi inn við. Tað skal tó ikki órógva onnur. Í slíkum førum verður tað tikið frá næminginum, og fær hann tað aftur eftir royndina.
- Næmingarnir hava vanliga skúlagongd áðrenn og/ella aftaná landsroyndina, í tann mun tað ber til.
Leiðreglur í sambandi við Landsroynd
- Internetið er í høvuðsheitum opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið. Nýtir næmingurin IntoWords, so er tað eisini loyvt.
- Næmingurin hevur ikki loyvi at brúka lummaroknara í støddfrøði. Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.
- Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.
Tíðarkarmarnir fyri landsroyndina síggjast niðanfyri.
| 4. flokkur | 6. flokkur | |
| Týsdagin 14. apríl |
Føroyskt 08.15 - 09.00 Lesifatan |
Føroyskt 10.00 - 10.45 Lesifatan |
| Mikudagin 15. apríl |
Føroyskt 08.15 - 09.00 Staviførleiki |
Føroyskt 10.00 - 10.30 Málførleiki 10.30 - 11.15 Steðgur 11.15 - 12.00 Staviførleiki |
| Hósdagin 16. apríl |
08.15 - 09.00 Støddfrøði |
10.00 - 11.00 Støddfrøði |
| Fríggjadagin 17. apríl |
08.15 - 09.00 Náttúra og tøkni |
10.00 - 11.00 Náttúra og tøkni |
24. apr. 2026
Flaggdagsmorgunsangur
23. apr. 2026
FM í skúlatalv
17. apr. 2026
Kunningarfundur um komandi 7. flokk
12. mar. 2026
Grækarismessa
27. feb. 2026
Minningarorð um systir Ceciliu
20. feb. 2026