08. feb. 2021
Spurdómsstýrd uppgáva - eitt bólkaarbeiði

Á hvørjum ári verður ein góð vika sett av til tað, nøkur kalla ein verkætlan. Veruliga heitið á hesi verkætlan er tó Spurdómsstýrd uppgáva, og tekur hon støði í sonevndum spurdómi, harav navnið!, ella spurningi (danir siga ‘problemstilling’).

Tað er sjeyndi flokkur, sum sleppur at royna seg, og er tað vanliga í januar, at tað skal mala í knokkinum. Flokslærarin saman við vegleiðara leggur lag á nakað uppundir sjálva uppgávuskrivingina, hugtøk skulu avgreiðast, aðalevni skal finnast og bólkar gerast, so at teir kunnu koma í gongd og finna eitt undirevni at ‘problematisera’.

Júst hetta, at problematisera, at seta spurningar, heldur enn bert at svara spurningum, og oftast tí, tú sum næmingur veitst, lærarin vil hava, at tú skalt svara, hevur ómátaligan týdning, og er hetta, eisini kallað tekstviðgerð, og sum fyrr byrjaði í triðja flokki, men nú í øðrum (við bókaheildini Finka), ein ávís fyritreyt fyri góðum úrsliti.

Tað, at orða ein spurdóm, og hugsa um henda sum stjørnan, ið lýsti yvir Betlehem, men sum í hesum høpi er ein uppgáva, er trupult; men, sum sagt, við gedignari læru og við at fylgja námsætlanina annars uppígjøgnum deildirnar, eitt nú við undranarspurningum, sum eg veit, nakrir lærarir brúka,  er uppgávan enn trupul, men ongantíð ómøgulig. Tað skal, um tú vilt, vera trupult, tí at fara har út, tú ikki grynnir, sum bólkur, ið skal hugsa og arbeiða saman, er ein læring í sjálvum sær.

Báðir 7. flokkarnir kannaðu sær Fólkaheilsa sum aðalevni, og flestallir bólkar taldu tríggir ella fýra næmingar. Skemaið var ruddað, men møtiskylda var. Eisini var møtiskylda til sonevnda fyrikunning og vegleiðing, har hvør bólkur fekk eitt korter við sínum lærara og vegleiðara. Tó fingu bólkarnir nokkso fríar teymar og ábyrgd, so at skilja, at teir sjálvir gjørdu av, hvussu og nær teir arbeiddu. Men kravið var, at teir hildu seg til sítt øki, ikki gartreraðu kring skúlan, og vóru á staðnum millum 8 og 12. Alt hitt var latið bólkinum.

Bólkarnir fingu evstamark fyri innlating, krøv um tekin, regluglopp, skriftslag og so framvegis. Í tí stóra heila eydnaðist væl, tó so at nakrir bólkar høvdu mikla hjálp fyri neyðini. Upplivilsið, og læringin, ikki minst, stendur tó við, og taka teir hana við sær inn í framhaldandi skúling við øktum yrkisføri sum alneyðugur viðførningur.

Nú til sjálvar ppgávurnar og nøkur dømi um spurdómar, sum hesir bólkar, íalt 7 frá a-flokkinum, 5 b-flokkinum, orðaðu:

“Vit ætla at kanna, hvat fólkaheilsa er fyri eitt hugtak, og hvussu heilsufótbóltur kann ávirka hesa heilsu.” (undirevni: heilsufótbóltur)

“Ávirka sosialu miðlarnir sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum?” (undirevni: sosialir miðlar)

“Hvussu kann Sankta Frans skúli stuðla uppundir og hjálpa børnum við diagnosuni ADHD, so at tey á best møguligan hátt kunnu liva við tí í gerandisdegnum?” (undirevni: diagnosan ADHD)

”Hvat er ABC fyri sálarheilsu, og hví kom hetta átak?” (undirevni: ABC fyri sálarheilsu)

“Hví fara fólk á sjógv og hvussu kann tað ávirka heilsuna?” (undirevni: at leypa á bláman/dippa)

“Hvørji tilboð eru til tey eldru í Tórshavnar kommunu at íðka kropsvenjing, og hvussu sæst hetta aftur í teirra dagligdegi?” (undirevni: tey eldru og kropsvenjing)

 Til tess at svara hesum spurdómum máttu bólkarnir semjast um sonevnt háttalag, tvs ein máta at loysa, uppklára ella fáa greiðu á tí spurningi, teir hvør sær høvdu gjørt av at kanna nærri og, so hvørt, við hjálp av eini viðgerð, svar uppá. 

Eitt dømi um háttalag/metodu (sum eginlgia bert merkir, hvussu tú ætlar at finna útav tí, tú spyrt um!) kundi verið hesin – har ein bólkur forvitnaðist um heilsufótbólt, eitt nokkso nýligt átak, sum í Føroyum byrjaði á gamla Sandvøllinum, nú Eysturvøllur, í Havn:

Háttalag

Fyri at svara uppá spurdómin, fara vit at ringja til Magna Mohr, professara í fysiologi og formaður í Fólkaheilsuráðum, og spyrja hann hvat fólkaheilsa er, og hví hann kom við heilsufótbólti. Vit fara eisini at spyrja tvær kvinnur, Barbaru Mikkelsen og Súsannu Vang, sum hava verið við til heilsufótbólt, um tær føldi nakran mun áðrenn tær byrjaðu heilsufótbólt og aftaná. Eisini fara vit at kanna heimasíður, sum kunnu hjálpa okkum at svara spurdóminum.

Men, sum sagt, fyri at geva hesum næmingum møguleika at fáa sum mest møguligt burturúr, er hetta, læring um at seta spurningar og tekstviðgerð annars, ein rímilig fyritreyt – aðramáta kann tað gerast dekan møtimikið. Arbeiðið byrjar tí ikki í 6. ella 7. Flokki, nakrar vikur undan uppgávuskriving, men í grunddeildini.

Gamaní, ivalesyt fara tað altíð at vera næmingar, har slík uppgáva óansæð tykist, ikki bert trupul, sum er gott, men alt ov trupul, sum er minni gott, men hetta eru betringar, sum vónandi fáast til vega sum partur av eini innanhýsis eftirmeting.

Verkætlanin Spurdómsstýrd uppgáva endaði við framløgum, har nømingar, tað veri seg við kreativari kartong-sýning ella Power Point greiddu frá, fyrst uppgávuni, síðani hvat kundi verið øðrvísi og, at enda, uplivilsið (hvussu tann sosiali parturin riggaði – tvs bólkurin og hetta, at vera saman um okkurt, í eina heila viku); her fingu tey kjansin at vera reflekterandi og erlig tó uttan at ‘útstilla’ nakran. 

Dømi um uppgávur síggjast her:

/Spurdómsstýrd-uppgáva-heilsufótbóltur.docx

/Spurdómsstýrd-uppgáva-sosialir-miðlar.docx

 

Orð og myndir: Agga Niclasen

19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
Sí eldri tíðindi